Vælvera - ung gentir

Hevur tú hugsað um, hvussu umráðandi tað er at føla seg væl?
Mikukvøldið 7. oktober er ætlanin at royna vælveruøkið í svimjihøllini. Vit fara at byrja við at gera andlitsmaskur og hugna okkum í Húsinum, síðani fara vit niðan at royna nýggju vælveruhølini í svimjihøllini.
Vit byrja í Húsinum á Bøgøtu kl. 19.30 við at gera maskir og hugna okkum, síðani fara vit niðan í svimjihøllini kl. 21.00 - 22.30.
Um tú hevur hug at koma við, so krevur tað, at tú teknar teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum innan 1. oktober við at gjalda 100,- kr
Vit fara bert um nóg stór undirtøka er
Byrjar:
09.10.2019 - KL. 21:00
Komandi tiltøk
18
september
2025
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
18
september
2025
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.
22
september
2025
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag